Bakkafrost útlutar 400 milliónir

Bakkafrost útlutar 400 milliónir
Fríggjadagin verður aðalfundur í Bakkafrosti. Tá fáa eigararnir 403 milliónir krónur at býta, alt eftir hvussu nógv partabrøv teir eiga
Meðan fyrra helvt av árinum í fjør var "nøktandi", ja, so var seinna helvt av 2018 ein avbjóðing, sum Bakkafrost sigur í ársfrágreiðing sínari
Mynd: Savnsmynd  
 
03.04.2019 - 08:39

Bakkafrost sigur í síni ársfrágreiðing, at meðan fyrra helvt av árinum í fjør var "nøktandi", ja, so var seinna helvt av 2018 ein avbjóðing, sum tey siga.

Rakstrarúrslitið fyri 2018 var 1.075 milliónir krónur, samanborið við 1.378 milliónir árið fyri. Lækkingin stavar í høvuðsheitum frá hægri kostnaði á tveimum aliøkjum og minni tøku í aligeiranum, sigur Bakkafrost.

Seta meira smolt út í ár

Í fjør var vinningurin hjá partaeigarunum 513 milliónir krónur. Sum nevnt verður vinningsbýtið, sum verður lutað út nú fríggjadagin, 403 milliónir krónur.

Bakkafrost skrivar í ársfrásøgnini, at tey ætla at sjóseta 13 og eina hálva millión smolt í ár, sammett við 9,9 milliónir smolt fyrraárið.

- Vit stremba eftir framhaldandi marknaðarriknari øking og menning av alifóðri, aling, framleiðslu og sølu, umframt øðrum møguligum útlitum fyri vøkstri, skrivar Bakkafrost í ársfrásøgnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151