- Tíðindi, mentan og ítróttur
Opið stríð í Sjálvstýrinum
Opið stríð í Sjálvstýrinum
Opið stríð er í Sjálvstýrinum. Bjørn á Heygum, formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, sleppur ikki at stilla upp fyri flokkin.

31.03.2019 - 09:23
Opið stríð er í Sjálvstýrinum.
Sjálvstýri hevði í gjár landsfund við Gjógv.
Landsnevndin samtykti, at Bjørn á Heygum, sum er formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, ikki kann stilla upp fyri Sjálvstýri.
Í tíðindaskrivi frá Sjálvstýrinum stendur, at Streymoyar Sjálvstýrisfelag hevði havt tveir aðalfundir, og fundarstjórin staðfesti, aftaná at hava gjøgnumgingið tilfarið, at aðalfundurin í Streymoyar Sjálvstýrisfelag 4. desember 2018 var lógligur og viðtøkuførur.
Landsnevndin samtykti eisini, at Bjørn á Heygum ikki umboðar sjónarmið Sjálvstýris í almenna rúminum, og at hann ikki kann stilla upp fyri Sjálvstýri, stendur í tíðindskrivinum frá Sjálvstýri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV