- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bara annar læknin flytur úr Berjabrekku
Bara annar læknin flytur úr Berjabrekku.
Býráðið í Havn fer hóskvøldið at atkvøða um eitt uppskot um at halda fram við leigumálinum í Berjabrekku og, at klinisku dietistarnir fáa boðið at flyta í Berjabrekku. Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá býráðnum tekur undir við hesum.
Heilsutrygd vil, at kommunulæknarnir halda fram í Berjabrekku. Har eru tvær viðtalur. Men tann eini læknin flytur í nýggju hølini við Kirkjustræti í Hoyvík.
Klinisku dietistarnir kunnu so flyta í tómu viðtaluhølini í Berjabrekku.
Í løtuni eru klinisku dietistarnir í læknaviðtalunum í Miðlon og í Gundadali.
Ikki pláss fyri fýra læknum
Annars hevur Heilsutrygd boðað frá, at ikki ber til at hava fýra læknar í viðtaluhølunum í Miðlon.
Teir fýra kommunulæknarnir í Miðlon, sum allir arbeiða niðursetta tíð, verða settir at arbeiða fulla tíð. Soleiðis verður annað av nýggju kommunulækna-størvunum mannað.
Hitt starvið bíðar til Tórshavnar kommuna hevur tíðarhóskandi viðtaluhøli at vísa á.
Tá komið er so langt, verða ein læknaviðtala í Berjabrekku, fýra í Gundadali, tríggjar í Miðlon, fimm í Kirkjustræti og ein viðtala er í Kollafirði.
Býráðið væntar, at bygningurin við Kirkjustræti verður liðugur í august mánað.