- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskt handverk søkt um altjóða limaskap
Føroyskt handverk søkt um altjóða limaskap
Føroyar hava søkt um limaskap í altjóða felagsskapinum WorldSkills Europe

Fáa Føroyar limaskap í WorldSkills Europe, fara ungir føroyskir handverkarar at kappast við handverkarar í øðrum londum.
23.03.2019 - 10:11
Føroyar hava søkt um limaskap í altjóða felagsskapinum WorldSkills Europe.
Føroya handverksmeistarafelag hevur tikið stig til at søkja um limaskapin og skal umboða Føroyar í felagsskapinum, um Føroyar fáa limaskap.
WorldSkills Europe er áhugafelagsskapur, sum hevur til endamáls at styrkja og vekja áhugan fyri dygdargóðum handverki og yrkisútbúgvingum á høgum førleikastigi.
Endamálið er við faklærdum úrmælingum at gera heimin betri, sigur Mentamálaráðið.
WorldSkills Europe skipar annaðhvørt ár fyri EuroSkills-kapping, sum er evropeiska meistaraheitið fyri ung úrvalsfakfólk, sum kappast um at gerast evropameistari í sínum fakøki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV