Evropeiski miðbankin heldur rentuni niðri

Evropeiski miðbankin heldur rentuni niðri
Lága rentan hjá Evropeiska miðbankanum, EBC, kemur eisini væl við hjá Føroyum, hóast Føroyar ikki brúka evruna sum gjaldoyra
Føroyar skyldar 4,6 milliardir krónur uttanlands
 
18.03.2019 - 13:03

Lága rentan hjá Evropeiska miðbankanum, EBC, kemur eisini væl við hjá Føroyum, hóast Føroyar ikki brúka evruna sum gjaldoyra.

Landsbankin sigur, at lágt búskaparligt virksemi í evrulondunum ger, at rentan er lág. Og nógv evrulond hava lutfalsliga stóra skuld. Evrulondini eru londini, sum brúka evruna sum gjaldoyra.

Evropeiski miðbankin heldur rentustiginum niðri fyri at stimbra virksemið í evrulondunum og fyri at lætta um skuldarbyrðuna hjá mest skuldartyngdu londunum. 

Rentan tvey prosentstig minni

ECB hevur keypt tí lánsbrøv fyri nógvar pengar. Hetta hevur økt um pengamongdina á evrumarknaðinum seinastu árini, og soleiðis verður rentan trýst niður.

Rentan, sum Føroyar rinda fyri lán, er minkað nógv seinastu átta árini. Rentan hjá landskassanum var triðingin størri í 2011 enn hon er nú. Hon var líka yvir trimum prosentum í 2011. Nú er hon stívliga eitt prosent. 

Landið skyldar 4,6 milliardir krónur, og var rentan nú tann sama sum hon var í 2011, kostaði hon landskassanum 90 milliónir krónur meira, sigur Landsbankin.

Og Føroyar kunnu tryggja sær eina lága rentu í nógv ár, um landsstýrið tekur fleiri langfreistað lán, sigur Landsbankin. Tey geva sum frá líður lægri rentu og minni váða. Landsbankin mælir til at taka langfreistað lán.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. februar
Til lukku Eyðun & Atli
187881
Mánadag 17. februar
Morgunlestur mánadagur 17.februar 2025
186670
Sunnudag 16. februar
Bolero - Bartok, Hindemith og Rota
187832
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762