- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsliðsúttøka í morgin
Landsliðsúttøka í morgin
Mánamorgunin verður greitt, hvørjir fótbóltsspælarar verða partur av liðnum, sum skal spæla móti Malta og Rumenia.
10.03.2019 - 14:25
Í morgin fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at boða frá, hvørjir teir 20 menninir eru, sum skulu vera partur av hópinum til EM-undankappingina móti Malta og Rumenia.
Hetta verður á tíðindafundi í FSF-húsinum mánamorgunin klokkan 10.
Tað boðar Fótbóltssambandið frá á heimasíðuni, fsf.fo.
Dystirnir eru leygardagin 23. mars, tá Malta og Føroya møtast á Ta´Quali Stadion á Malta, og týsdagin 26. mars, tá Rumenia og Føroyar spæla á Dr. Constantin Radulescu í Cluj.
Fríggjadagin 7. juni verður fyrsti dysturin á heimavølli hjá føroyska liðnum, tá Føroyar spæla móti Spania.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV