- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri ferðafólk, minni farmur og postur
Fleiri ferðafólk, minni farmur og postur
Ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum var størri í februar í ár enn í februar í fjør

Aftur í februar flugu fleiri fólk enn árið fyri.
07.03.2019 - 12:10
Ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum var størri í februar í ár enn í februar í fjør.
19.268 ferðafólk fóru úr Føroyum ella komu til Føroya við flogfari í februar.
Vøksturin er 15,7 prosent sammett við februar í fjør.
Higartil í ár er ferðafólktalið vaksið góð 11 prosent.
Men bæði farmur og postur eru minni í ár, ávikavist 18,5 prosent og 4,2 prosent, vísa hagtøl hjá Vága floghavn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV