Fróði Benjaminsen spælir fyri Skála

Fróði Benjaminsen spælir fyri Skála
Skála hevur skrivað sáttmála við Fróða Benjaminsen
Mynd: Skála IF  
 
28.02.2019 - 23:30

Skála hevur styrkt hópin við miðvallaranum, Fróða Benjaminsen.

Felagið skrivar á facebooksíðu sínari, at partarnir hava undirskrivað sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárið 2019.

41 ára gamli Fróði Benjaminsen, sum í fjør umboðaði NSÍ, er royndasti spælarin í føroysku kappingini.

Hann hevur spælt tilsamans 563 landskappingar- og steypadystir.

Fróði Benjaminsen eigur metið fyri flest A-landsdystir fyri Føroyar. Hann hevur umboðað Føroyar í 94 dystum.

Skála verður sætta felagið í Føroyum, sum Fróði Benjaminsen umboðar.

Fyrr hevur hann spælt fyri B68, B36, HB, Víking og NSÍ.

Skála skrivar á facebooksíðuni, at Fróði Benjaminsen verður við, tá Skála spælir venjingardyst móti EB/Streymi leygardagin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081