- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki kappingaravlaging at leggja handlar saman
Tað er ikki kappingaravlagandi, at Borg og Havnar timburhandil leggja saman.
Kappingareftirlitið hevur góðkent, at partafelagið Borg keypir partafelagið Havnar Timburhandil.
Kappingareftirlitið kannaði, um samanleggingin er í tráð við kappingarlógina, tí umsetningurin hjá feløgunum báðum er oman fyri mørkini í lógini.
Eina viku fyri jól í fjør boðaði P/f Borg frá í tíðindaskrivi, at felagið hevði keypt P/f Havnar Timburhandil.
Keypið góðkent
Keypið varð sent Kappingareftirlitinum til góðkenningar.
Kappingareftirlitið sigur, at eftir samanleggingina hevur Borg 25 til 30 prosent av marknaðinum í Føroyum. Borg hevði 20 til 25 prosent.
Havnar timburhandil hevði 5 til 10 prosent.
Kappingareftirlitið sigur, at næstan ein fjórðingur, 22 prosent, av timbrinum, sum kemur til Føroya, fer uttan um timburhandlarnar beinleiðis til byggivinnuna ella aðrar brúkarar.
Timburhandlarnir í Føroyum kappast tí eisini við tey, sum selja timbur uttanlands, sigur Kappingareftirlitið.