- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost loyvi at ala í Hvalba
Hvalbiar kommuna hevur givið Bakkafrosti loyvi at ala á fjørðinum, og kommunan hevur eisini samtykt at geva Bakkafrosti eitt øki á havnalagnum í Nesi til landstøð.
Kommunan í Hvalba samtykti, at geva Bakkafrosti loyvi á fundi mánakvøldið, upplýsir Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba.
Hóast Bakkafrost fær atgongd til havnalagið í Nesi, so skulu tey sum hava bát liggjandi í bátahylinum, framvegis hava atgongd til økið, sigur hann.
Kunnu fáa eitt størri øki
Eftir krøvunum skal økið hjá Bakkafrosti í Nesi hegnast inni, og tað verður eisini loyvi givið til, og hevur alifyritøkan tørv á størri øki, so verður tað eisini játtað teimum, sigur borgarstjórin.
Hvalbingar eru spentir uppá nýggju vinnuna á fjørðinum, og Janus Thomsen sigur seg rokna við, at nøkur arbeiðspláss í Hvalba nú vera í alivinnuni, og tað fegnast fólk um.
Alivirksemið kann eisini hava ávirkan á aðrar vinnur, ið eru eitt nú vinnur, sum veita tænastur, og tað er bara ein fyrimunur aftrat, sigur borgarstjórin í Hvalba.