- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil uppí evropiskan flogferðslufelagsskap
ES-nevndin hevur tó ikki hug at taka Føroyar við uttan ein umfatandi greining verður gjørd fyrst. Ikki minst vil ES-nevndin hava kannað, hvat ES fær burturúr at taka Føroyar við.
Danska stjórnin vil framvegis hjálpa Føroyum at sleppa uppi FELO, sigur Ole Birk Olesen. flutningsmálaráðharri, í svari til Føroyanevndina hjá fólkatinginum, sum spurdi fyri Magna Arge, fólkatingsmann.
Í mai 2017 segði ES-nevndin, at skulu Føroyar uppí FELO, krevst uppskot um tað frá ES-nevndini og samráðingar millum partarnar.
Hetta tekur langa tíð og krevur umfatandi kanning fyri at staðfesta, hvørjar avleiðingar verða, bæði veruligar avleiðingar og fíggjarligar avleiðingar, ikki minst, hvat ES fær burturúr.
Drúgv greining
ES-nevndin mælti til tá í mai 2017, at okkurt annað verður roynt í staðin fyri at Føroyar fara uppí FELO.
Føroyar kunnu eisini gera avtalur við lond í ES og hava eisini gjørt slíkar avtalur. Atlantic Airways flýgur til dømis til Spania.
Hetta verður gjørt sambært tvílandaavtalum, sum Danmark hevur gjørt fyri ríkisfelagsskapin.
Men Uttanríkis- og Vinnumálaráðið heldur fast uppá, at Føroyar eru við FELO avtaluni. Og danska stjórnin vil hjálpa Føroyum við tí, sigur Ole Birk Olesen, ráðharri.