- Tíðindi, mentan og ítróttur
DNO setti met í fjør

Norska oljufelagið, DNO, sum herfyri tiltuskaði sær føroyska oljufelagið, Faroe Petroleum, hevði metgott ár í fjør.
Úrslitið var nakað omanfyri 3 milliardir norskar krónur, og rakstrarinntøkurnar vóru omanfyri 7 milliardir kr.
DNO heldur fram við virkseminum í norskum øki, og tað var m.a. orsøkin til, at felagið keypti Faroe Petroleum. Felagið hevur eisini virksemi í øðrum londum, m.a. í Kurdistan, har felagið ætlar at bora 14 brunnar.
Felagið hevur eisini ætlanir um at bora fimm brunnar í norskum øki í ár.
DNO ætlar at gera íløgur í ár fyri umleið 3,5 milliardir norskar kr.
Tá úrslitið varð almannakunngjørt, segði nevndarformaðurin í felagnum, at tað var bíligari fyri felagið at keypa Faroe Petroleum, enn at keypa seg uppí leitiøkir í norskum øki. Faroe Petroleum var frammanundan við í oljuleiting í fleiri økjum í Noreg.