Vilja hava kvinnur at døma fótbólt

Vilja hava kvinnur at døma fótbólt
Í løtuni er bara ein kvinna tøk at døma fótbólt. FSF vil hava fleiri
 
07.02.2019 - 10:45

Fótbóltssamband Føroya vil hava fleiri kvinnur at døma fótbólt.

Lassin Isaksen, dómaraleiðari í FSF, sigur, at í løtuni eru umleið 100 menn tøkir at døma dystir, men bara ein kvinna er tøk við floytuni til teir mongu dystirnar.

Hetta er orsøkin til, at FSF nú lýsir eftir kvinnuligum dómarum undir yvirskriftini: Eingin dómari, eingin dystur

- Vit vilja fyrst og fremst hava fleiri fólk at døma, og tølini siga, at áhugin er har millum mannfólk, men at vit hava ov fáar kvinnur, sigur Lassin Isaksen.

Hann sigur, at tað er eisini eitt ynski frá UEFA, at kvinnur skulu døma í kvinnukappingunum.

- Vit vilja hava fleiri kvinnur at døma kvinnukappingina, men tá tað er sagt, so er tað als ikki so, at tær ikki eisini kunnu døma menn, og at menn ikki kunnu døma kvinnur, sigur Lassin Isaksen.

Í fyrstu atløgu vónar dómaraleiðarin hjá FSF, at tað fer at eydnast at skaffa tólv kvinnuligar dómarar.

Møguliga politiskt ókorrekt

Lassin Isaksen, dómaraleiðari, viðgongur, at tað møguliga er politiskt ókorrekt at bara at lýsa eftir kvinnum til hetta frítíðarstarvið.

- Tað er tað møguliga, men tað er heldur ikki so, at vit ikki ynskja fleiri menn at døma. Hetta skal síggjast sum eitt átak fyri at fáa fleiri kvinnur at taka lut í hesum partinum av føroyskum fótbólti.

Tað hevur ikki eydnast Kringvarpinum at fáa eina viðmerking frá Javnstøðunevndini.

Eingin kvinna hevur søkt

Lýsingin kom út í gjárkvøldi. Enn hevur eingin kvinna gjørt vart við seg, men nakrir menn, sum vilja royna seg í dómarabúnanum, hava vent sær til FSF, hóast lýsingin er vend móti kvinnum.

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081