- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjóneykan setast á barna- og ungdómsfótbólt
Triðja árið á rað skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Hetta verður í døgunum 1. - 2. mars.
Hesum boðar Fótbóltssamband Føroya frá á heimasíðu síni.
Ráðstevnan er ætlað øllum barna- og ungomsvenjarum, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta kravið er áhugi fyri barna- og ungdómsvenjing.
Endamálið er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvi at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðnum við barna- og ungdómsvenjingum.
Eins og í fjør, fær ráðstevnan aftur í ár útlendska vitjan. Hesaferð verður tað Antoni Ordinas, sum er akademistjóri í Lillestrøm, ið kemur at luttaka við fyrilestrum og praktiskum venjingum.