- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sonni Ragnar Nattestad hevur skift felag
Føroyski landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, skal nu umboða FC Fredericia, sum spælir í næstbestu donsku deildini.
Sonni Ragnar Nattestad hevur verið knýttur at Molde, men partarnir eru samdir um at siga sáttmálan upp, og tí stóð tað honum frítt at skifta felag.
Sáttmálin millum FC Fredericia og Sonna Ragnar Nattestad er galdandi til og við juli í 2021.
FC Fredericia verður áttanda felagið, sum Sonni Ragnar Nattestad umboðar uttanfyri Føroyar.
Fyrr hevur hann verið knýttur at FC Midtjylland, AC Horsens, Vejle, FH, Fylkir, Molde og Aalesund.
FC Fredericia hevur í løtuni kós móti uppflyting í Superliguna.
Trý feløg flyta upp úr næstbestu deildini. FC Fredericia er í løtuni á triðja plássi við 29 stigum fyri 19 dystir.