- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskaútflutningurin minkaður nógv
Útflutningurin minkaði eina milliard kr í fjør samanborið við 2017. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, sum verður almannakunngjørd á heimasíðuni hjá stovninum.
Víst verður á, at ein mánaður restar í til at fáa alt árið við í uppgerðina, men gongdin er greið.
Bæði í nøgd og virði er skrásetti útflutningurin minkaður samanborið við somu mánaðir í fjør.
Virðið á fiskaútflutninginum er minkað eina góða milliard, tað er 13%. Í nøgd er útflutningurin av fiskavørum minkaður 9%.
Útflutningurin av sild og makreli er minkaður tilsamans 580 milliónir krónur, og útflutningurin av laksi næstan 600 milliónir krónur.
Hinvegin er meira útflutt av toski og hýsu, og meira er eisini útflutt av svartkjafti.
Í bólkinum “aðrar vørur” er eisini ein vøkstur, men her eru skrásetingarnar ikki fullfíggjaðar enn, so tann vøksturin verður helst minni, tá alt 2018 verður uppgjørt um ein mánað.
Innflutningurin var góðar 400 milliónir krónur størri í fjør enn í 2016, ella góðar 7 milliardir krónur.
Av innflutninginum er størsti vøksturin í brennievni við 303 milliónum krónum, svarandi til 35%.
Síðani kemur innflutningur av maskinum og amboðum við 177 milliónum krónum ella 24%, og á triðja plássi kemur innflutningurin av tilfari til byggivinnuna við 133 milliónum krónumn, svarandi til 21%.