- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noregi verður trupul mótstøða hjá Danmark
Danmark og Noregi teljast millum londini, sum hava veruligan møguleika at blíva heimsmeistari, og í kvøld spæla tey móti hvørjum øðrum.
Dysturin hevur stóran týdning, tí vinnarin kemur víðari til miðumfarið við fýra stigum, og hevur tí eisini góðan møguleika at spæla seg víðari til hálvfinalurnar.
Noregi kann geva Danmark høvuðbrýggj
Eitt sum eyðkennir danska liðið er, at tað verður skift nógv út, alt eftir um liðið er i verju- ella álopsstøðu.
Men hetta kann blíva ein avbjóðing í kvøld, tí Noregi hevur víst sera gott kontraspæl, og tað ætla teir sær eisini ímóti Danmark.
Norski landsliðsspælarin, Gøran Johannesen, sigur, at norsku spælararnir eru væl fyri, og at teir ætla sær at stressa mótstøðuliðið.
- Vit hava tosað um, at skulu vit vinna, so skulu vit gera okkum dælt av, at Danmark vil skifta nógv út.
Vit skulu renna í 60 minuttir og gera tað hart fyri teir.
Tað er týdningarmikið fyri okkum at fáa tey løttu málini, heldur enn at skulu bróta eina sterka danska verju niður, sigur Gøran Johannesen við TV2.
Fær neyvan týdning fyri Jóhan á Plógv Hansen
Jóhann á Plógv Hansen spælir á høgra vongi fyri Danmark. Higartil hevur danska landsliðið skift nógv út, tá teir fara frá álopi til verju.
Men tað fer helst ikki at ávirka møguleikarnar hjá honum fyri spælitíð stórvegis, tí teir báðir vengurnir eru inni í bæði verju- og álopsstøðu.
Higartil hevur Jóhan á Plógv Hansen verið á vøllinum í øllum dystunum, síðani hann bleiv úttikin til danska HM-hópin.
Danski venjarin er tilreiðar
Danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen, kennir væl styrkirnar hjá Noregi í kontraspælinum.
- Vit skulu steðga teirra kontraspæli. Tað gera vit við at vera effektivir í álopsspælinum. Vit skulu syrgja fyri at standa seks ímóti seks, tá vit taka ímóti teirra álopum, sigur Nikolaj Jacobsen við TV2.
Finala um fyrsta plássið í bólkinum
Danmark og Noregi hava higartil spælt fýra dystir hvør, og tey hava vunnið allar.
Tískil verður hetta dysturin um at enda ovast í Bólki C, og um at fáa mest møgulig stig við sær í miðumfarið.
Gongdin hjá Danmark og Noregi higartil:
Danmark-Kili | 39-16 |
Danmark-Tunesia | 36-22 |
Danmark-Saudi Arabia | 34-22 |
Danmark-Eysturríki | 28-17 |
Noregi-Tunesia | 34-24 |
Noregi-Saudi Arabia | 40-21 |
Noregi-Eysturríki | 34-24 |
Noregi-Kili | 41-20 |
Dysturin millum Danmark og Noregi verður í kvøld klokkan 19.15.