- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðrið forðar leitingini
Veðrið forðar leitingini
Tað er avkavað og hált. Tí eru tey givin at leita eftir horvna ferðamanninum í Fugloy. Leitingin verður tikin upp aftur í morgin
13.01.2019 - 13:13
Líkindi eru ikki at leita meira í dag, eru boðini av løgreglustøðini.
Tyrla, staðkend fólk og løgreglufólk við hundum tóku annars leitingina upp aftur í morgun, men veðrið argar so mikið, at tað ikki er ráðiligt at halda fram í dag.
Men farið verður aftur at leita aftur, tá veðrið er batnað - og hann sigur frægari veður aftur í morgin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV