- Tíðindi, mentan og ítróttur
Horvni ferðamaðurin er úr Eysturríki
Leitingin eftir horvna ferðamanninum í Fugloy er tikin upp aftur í dag. Serliga verður leitað støð, sum vóru trupul at koma framat í gjár.
Eftir at hava mett um veðrið, er avgerð nú tikin um, hvussu leitingin í Fugloy verður skipað í dag. Eins og í gjár eru tyrla, staðkend fólk, løgregla og hundar partur av leitingararbeiðinum.
Leitað varð í allan gjár, men turbulensur gjørdi tað trupult hjá tyrluni at koma framat ávísum støðum. Tí verður serliga farið eftir hesum støðum í dag, umframt leitað verður gjølla annars. Enn hevur løgreglan einki lívstekin funnið frá manninum.
Sambært Kristian Martin Joensen á løgreglustøðini í Havn, kom ferðamaðurin til landið 10. januar. Hann er 29 ára gamal og úr Eysturríki. 11. januar fór maðurin við tyrlu út í Fugloyar klokkan 11.30 og skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin, men tað gjørdi hann ikki - og maðurin er ikki sæddur síðani.