- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leitingin í Fugloy steðgað
Tyrla, verjuskip, løgreglufólk við hundum og staðkend fólk hava leitað á og kring oynna í allan dag, men hevur einki lívstekin funnið frá manninum, sum kom í Fugloynna í gjár.
Maðurin kom út við tyrlu um middagstíð og skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin. Hann tosaði hálvbrotið enskt og segði seg ætla sær ein túr í fjøllini. Maðurin hevði ein ryggsekk, men var annars ikki serliga væl ílatin, segði vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Veðrið var einki serligt í gjár og tí legði Ritan ikki at í Kirkju sum vanligt, men fór til Hattarvíkar í staðin - men eingin ferðamaður var at síggja, hvørki í Hattarvík ella Kirkju.
Tað fekk fólk at stúra og løgreglan fekk boð, men tá var longu so myrkt og keðiligt veður, at tað var ikki ráðiligt at fara at leita.
Men síðani tað fór at lýsa í morgun hevur verið leitað, tó uttan at maðurin er funnin.