- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leita eftir ferðafólki í Fugloy
Eitt ferðafólk, sum fór út í Fugloynna í gjár, er saknað.
Maðurin kom út við tyrlu um middagstíð og skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin.
Hann tosaði hálvbrotið enskt og segði, at hann ætlaði sær ein túr í fjøllini. Maðurin hevði ein ryggsekk, men var annars ikki serliga væl ílatin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Veðrið var einki serligt og tí legði Ritan ikki at í Kirkju sum vanligt, men fór til Hattarvíkar í staðin - men eingin ferðamaður var at síggja, hvørki í Hattarvík ella Kirkju.
Tað fekk fólk at stúra og løgreglan fekk boð - men tá var longu so myrkt og keðiligt veður, at tað var ikki ráðiligt at fara at leita. Tó so hevur Brymil lýst og siglt um oynna í nátt, uttan at hava sæð nakað.
Í morgun er løgreglan so farin út í oynna og saman við staðkendum fólki og hundum verður farið at leita eftir ferðamanninum, sum altso ikki er sæddur síðani hann kom við tyrluni út til Fugloyar um døgurðatíð í gjár.