- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bara 0,8 prosent fiskað av svartkjaftinum í fjør
Bara 350 tons vórðu fiskað av manningarkvotuni av svartkjafti í 2018.
Tað er sera lítið í prosentum, tí kvotan var næstan 42.000 tons.
Vørn hevur tøl um, hvussu nógv varð fiskað av manningarkvotununum, sum vórðu latnar í fjør.
Tey 350 tonsini av svartkjafti fiskaði Katrin Jóhanna.
Heldur ikki menningarkvoturnar av makreli og norðhavssild eru brúktar, har eru nøkur túsund tons eftir.
Sambært lógini kann landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í mesta lagi lata 8,5 prosent av føroysku kvotuni av ymsu fiskasløgunum til vinnuligar menningarætlanir kring landið.
Í fyrsta umfari varð bara uppsjóvarfiskur latin sum menningarkvota.
Menningarkvoturnar í fjør vóru 41.912 tons av svartkjafti, 8.749 tons av makreli og 7.510 tons av norðhavssild, 58.171 tons í alt.
Eitt ár ella fleiri
Menningarkvota kann latast fyri eitt ár, tvey ár, trý ella fýra ár.
Í fjør vórðu latnar tríggjar menningarkvotur í fýra ár og ein í tvey ár.
Sambært lógini um sjófeingi kann menningarkvota latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali.
Fiskimálaráðið hevur ikki enn avgjørt, um menningarkvoturnar fyri 2018 kunnu fiskast í ár í staðin fyri.
Menningarkvoturnar fyri 2019 eru heldur ikki ásettar enn. Biðið er ikki um umsóknir enn.
Nógv minni og nógv størri
Føroyska svartkjaftakvotan er 20 prosent minni í ár enn hon var í fjør.
Hon er 406.307 tons í 2019.
Makrelkvotan er eisini minkað 20 prosent, hon er 82.339 tons í ár.
Norðhavssildin er betur fyri, so har er kvotan í ár 119.537 í ár. Hon var 88.350 tons í fjør.