- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentamálaráðið fingið kærur um starv á Studna
Mentamálaráðið fingið kærur um starv á Studna
Tvær kærur eru komnar inn til Mentamálaráðið um starvssetanina av útbúgvingarvegleiðara á Studna
05.01.2019 - 12:32
Tvær kærur eru komnar inn til Mentamálaráðið um starvssetanina av útbúgvingarvegleiðara á Studna.
Vegleiðarafelag Føroya fanst fyrr í vikuni at setanini hjá Studna, sum setti ein kandidat í fyrisiting at røkja starvið.
Felagið vísti á, at viðkomandi, ið er settur ikki hevur vegleiðaraútbúgving ella royndir innan vegleiðing.
Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at tey fara nú undir at viðgera kærurnar.
Millum annað skal støða takast til um øll saklig viðurskiftir hava verið tikin av setanarnevndini, tá starvið svar sett.
Sambært Poul Geert Hansen, so ganga nakrar vikur áðrenn kærurnar eru liðugt viðgjørdar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV