- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leiga jørð frá kommununi fyri 100 kr. til veltur
Leiga jørð frá kommununi fyri 100 kr. til veltur
Fólk í Eiðis kommunu kunnu nú leiga jørð frá kommununi til veltu
04.01.2019 - 07:33
Fólk í Eiðis kommunu kunnu nú leiga jørð frá kommununi til veltu.
Stykkini, sum til ber at leiga, eru 75 fermetrar og leigan er 100 kr. um árið.
Freistin at boða frá áhuga er til 1.februar í ár.
Lutakast avger, hvør sleppur at leiga.
Økini, talan er um, eru millum Vatna og uppi á Grind á Eiði.
Um eftirspurningur er, verða øki í Svínáum og við Ljósá eisini ávíst.
Ein velta kann leigast fyri hvørt húski, sigur Eiðis kommuna í tíðindaskrivi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV