- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jobmatch: fleiri arbeiðsgevarar enn nakrantíð áður
61 arbeiðsgevarar eru við á Jobmatch í ár. Og tað er met. Í fjør vóru 52 arbeiðsgevarar við.
Tíggju fyrilestrar verða í ár.
Jobmatch ráðstevnan er seinnapartin í dag í Norðurlandahúsinum. Hon byrjar klokkan eitt.
Á Jobmatch hittast arbeiðsgevarar, bæði privatir og almennir, og lesandi, nýútbúgvin og onnur.
Fólk fáa eitt yvirlit yvir møguleikar fyri starvi, uppgávum og starvsvenjing í Føroyum.
Og fólk hava eisini møguleika at bjóða seg fram hjá fyritøkum, kommunum og stovnum.
Nógv leys størv
Annan jóladag vóru 44 leys størv at søkja á Jobmatch.
Í ár er eisini ein kunningarbásur.
Í honum eru serkøn fólk í arbeiðsmarknaði, tey eru úr Vinnuhúsinum, í yrkisvegleiðing, tey eru úr Altjóða skrivstovuni og Útlendingastovan er serkøn í immigratión, innflyting.
Felagið Syntesa byrjaði Jobmatch í 2008 fyri, sum Syntesa sigur, at tryggja framhaldandi vøkstur og menning í føroyska samfelagnum.
Endamálið var at gera tað møguligt at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og útisetar sum heild.
Í 2015 bleiv málbólkurin víðkaður til eisini at fevna um útbúgvin fólk við royndum, tað eru tey sum eru í starvi, men hava áhuga í at kunna seg um nýggjar møguleikar.
Í stýrisbólkinum fyri Jobmatch eru Tórshavnar kommuna, Vinnuhúsið, Altjóða skrivstovan og Meginfelag føroyskra studenta.
Á heimasíðuni jobmatch.fo eru nógvar upplýsingar um Jobmatch, millum annað, hvørjir teir 61 arbeiðsgevararnir eru, sum eru við í ár.