Real Madrid heimsmeistarar

Real Madrid heimsmeistarar
Real Madrid vann í gjárkvøldið 4-1 á Al-Ain og kunnu nú kalla seg heimsmeistarar fyri fótbóltsfeløg.
 
23.12.2018 - 10:04

Spanska stórfelagið Real Madrid er heimsmeistari fyri fótbóltsfeløg.

Tað var greitt eftir 4-1 sigur á Al-Ain, sum er lið úr arabisku emiratunum í gjárkvøldið.

Hetta er fjórðu ferð, at Real Madrid vinnur kappingina Club World Cup, og tað er met.

Real Madrid vann í mai mánaða árligu Champions League kappingina fyri evropeisk feløg, og tann sigurin gevur eisini atgongumerkið til heimsmeistarakappingina fyri feløg.

Kappingin byrjaði í ár 2000, og fyrstu trý árini vunnu brasiliansku meistararnir kappingina.

Men síðani tá er vinnarin í evropeisku Champions League kappingini næstan hvørja ferð farin við steypinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117