- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sverri ætlar sær til OL
Miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen, hevur sett sær mál at sleppa við til OL í Tokyo í 2020, og at gerast heimsins besti rógvari í einskullara.
- Mín ambitión er at verða betri enn hinir. Eg vil bara vera tann besti rógvari í singlescullara, sigur Sverri Sandberg Nielsen avgjørt, tá hann verður spurdur, hvør dreymurin fyri framtíðina er.
Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí skal Sverra gerast bestur í einskullara, skal hann millum annað til at rógva øðrvísi. Tískil hevur hann eisini fingið nýggjan venjara.
Venjarin hjá Sverra er Thomas Poulsen, sum hevur vunnið gull fyri Danmark í rógving, og hann skal nú læra Sverra at rógva øðrvísi.
Samanborið við rógvingina, sum vit annars kenna í Føroyum, sigur Sverri, at tað er nakað heilt annað at rógva í einskullara.
- Tað skal vera eitt sindur meira kraft í takinum, tað skal vera eitt stórt, langt tak, og árarnar sita nógv fastari í vatninum. Tá tú ordiliga fært fatur í vatninum, kanst tú faktisk skumpa bátin øgiliga langt, sigur Sverri millum annað um nýggja rógvimátan.
Sverri skal betra tíðina hjá sær við umleið 10 sekundum fyri at gera seg galdandi í Tokyo. Og tað væntar hann at klára.
Størsta avbjóðingin hjá Sverra er nú at fáa nýggju venjingina inn undir húðina.
- Eg havi tikið fleiri millión tøk upp á ein heilt annan máta, so tá eg byrji at blíva móður, byrji eg at rógva upp á gamla mátan, sum eg róð, áðrenn Thomas gjørdist venjari mín, sigur Sverri millum annað.