Vit skulu vinna á Føroyum

Vit skulu vinna á Føroyum
Maltesiski venjarin, Ray Farrugia sigur, at hann verður vónbrotin, um Malta ikki vinnur á Føroyum
 
19.11.2018 - 16:59

Fyri løtu síðan helt maltesiski venjarin, Ray Farrugia, tíðindafund.

Hann var ógvuliga greiður, tá journalistarnir spurdu hann, hvat hann helt vera eitt nøgtandi úrslit móti Føroyum.

- Eg eri ongantíð nøgdur við at tapa, men eg haldi, at hetta er ein serligur møguleiki fyri at Malta kann fáa ein sigur, segði Ray Farrugia.

Leygarkvøldið tapti Malta á heimavølli 0-5 fyri Kosovo. Venjarin sigur, at hansara uppgáva hesar seinastu dagarnar hevur verið at motivera spælararnar.

- Tað er hart at tapa 0-5. Men spælararnir hava víst sera góðan hugburð. Teir vilja reisa seg, og teir vilja vinna á Føroyum, segði maltesiski venjarin.

Ray Farrugia segði eisini, at hann var als ikki í iva um, at Malta var komið í sterkasta bólkin í UEFA Nations League D.

- Bíði tit bara. Um nøkur ár fara tit at síggja, at Kosovo er nógvar ferðir sterkari enn tit ganga og halda beint nú. Teir hava nógvar kvalitetsspælarar.

- Aserbadjan er eitt sterkt lið, og tað eru Føroyar eisinini. Eg eri sannførdur um, at Malta hevði havt fleiri stig, um lutakastið hevði koyrt okkum í ein annan bólk.

Dysturin millum Malta og Føroyar verður týskvøldið klokkan 19.45. Sjónvarpið sendir dystin beinleiðis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081