- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv at finnast at í landsrokskapinum aftur nú

Nógvar viðmerkingar, átalur og áheitanir um at fáa viðurskiftini í rætt lag eru saman við uppskotinum til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum, sum løgtingið fer at viðgera í dag.
Løgtingsgrannskoðarnir biðja løgtingið góðkenna landsroknskapin fyri 2017.
Men tað er ikki treytaleyst.
Løgtingið er biðið um at góðkenna roknskapin við viðmerkingum, átalum og áheitanum um at fáa viðurskifti í rættlag, sum Landsgrannskoðanin, privatir grannskoðarar og løgtingsgrannskoðararnir vísa á.
Ikki tiknar í álvara
Víst verður serliga á, at týðandi játtanarreglur verða ikki tiknar í álvara, at Fróðskaparsetrið hevur bókað eina millión kr. í húsaleigu fyri 2017 í fíggjarárinum 2018, at Umhvørvisstovan hevur bókað útreiðslur á Ferð á grøna orku, uttan at vøra ella tænasta er fingin afturfyri í fíggjarárinum, og at fíggingarleisturin í sambandi við Orkutøk brýtur grundleggjandi reglur í játtanarlógini og roknskaparlógini.
Víst verður eisini á, at Landsverk skuldarbindur landið við langtíðarleigumáli, sum kemur í staðin fyri keyp, at síðani 2012 hevur verið ógreitt, um avlop av óbrúktari játtan hjá Granskingargrunninum skal fella aftur til landskassan, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum ikki tekur støðu til viðurskiftini, sum Landsgrannskoðanin hevur víst á í sambandi við asfaltverkið á Sundi, og at fyrivarni verður tikið í roknskapinum hjá viðgerð uttanlands hjá Landsjúkrahúsinum.
Nógv er at finnast at í landsroknskapinum, og uppskotið til samtyktar hjá løgtingsgrannskoðarunum er 13 síður.
Nøkur viðurskifti venda aftur ár eftir ár.
