- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnurnar beinleiðis víðari í undankapping
Kvinnurnar beinleiðis víðari í undankapping
Evropeiska fótbóltssamgongan UEFA hevur tikið avgerð um at broyta komandi EM-undankapping hjá kvinnum soleiðis, at eingin innleiðandi kapping verður
05.11.2018 - 07:57
Broytingin merkir, at lægri undanskipaðu londini ikki skulu spæla innleiðandi kappingar, fyri at spæla seg víðari í sjálva undankappingini, men at øll londini fara beinleiðis í bólkaspælið.
Tað er eitt framstig fyri kvinnufótbóltin, sigur Heidi Sevdal, landsliðsleikari, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.
- Um vit skulu flyta kvinnufótbóltin upp á eitt hægri støði, er hetta vegurin fram, sigur hon.
Hetta merkir eisini, at tað nú er greitt, at kvinnulandsliðið aftur skal spæla tíðandi dystir í 2019 og í 2020.
Lutakastið til komandi EM-undankapping hjá kvinnum verður síðst i februar, meðan fyrstu dystirnir í kappingini verða í august.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV