Skal svara spurningi um sendimannin í Keymannahavn

Skal svara spurningi um sendimannin í Keymannahavn
Sendimaðurin í Danmark hevur ikki verið til arbeiðis har í áravís. Nú skal løgmaður greiða frá støðuni.
 
03.11.2018 - 10:27

Løgmaður skal nú greiða frá støðuni við føroyska sendimanninum í Keypmannahavn.

Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum hevur fleiri ferðir spurt landsstýrismannin í uttanríkismálum, hvørjar ætlanir hann hevur við sendistovuni í danska høvuðsstaðnum, nú føroyski sendimaðurin ikki hevur verið til arbeiðis har í áravís.

Nú spyr løgtingsmaðurin so løgmann, um hann heldur tað vera í lagi at játta pengar á fíggjarlógini til sendistovuvirksemi í Danmark, tá pengarnir verða brúktir til okkurt annað.

Sambært Edmundi Joensen hevur eingin fastur sendimaður verið í Keypmannahavn í tvey til trý ár. 

Edmund Joensen vísir á, at Poul Michelsen sjálvur hevur upplýst fyri løgtinginum, at sendimaðurin í staðin hevur arbeitt við Fjareystri. 

- Ætlar løgmaður at rætta avgerðina hjá landsstýrismanninum, so at sendimaðurin aftur kann virka á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, spyr Edmund Joensen.

Samlaðu útreiðslurnar til sendistovuna í Keypmannahavn eru góðar fimm milliónir krónur í ár.

Talan er um ein grein-52 fyrispurning, sum løgmaður skal svara innan 10 yrkadagar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835