Endurskoða Kærustovnin

Endurskoða Kærustovnin
Framtíðin hjá Kærustovninum skal viðgerast nú.
 
29.10.2018 - 09:54

Tá Kærustovnurin helt 20 ára stovningardag sín fríggjadagin, segði løgmaður, at framtíðin hjá Kærustovninum skal viðgerast nú.

Hann spurdi, um Kærustovnurin skal gerast ein fyrisitingardómstólur, so hann kann taka avgerðir í ávísum kærumálum.

Men løgmaður kundi ikki svara spurninginum. 

Hann helt tó, at vit eiga at byrja eitt orðaskifti um framtíðina hjá Kærustovninum. 

Løgmaður segði, at tað er ein royndur lutur, at seinastu árini eru nógv nýggj fakøki løgd til Kærustovnin, og nýggjar kærunevndir eru settar. 

Tað setir stór krøv til førleikarnar hjá starvsfólkunum á Kærustovninum, sum skulu fevna um alt frá barnavernd til fjarskifti, ella frá rættindum hjá sálarsjúkum til posteftirlit.

Kærustovnurin umsitur nú 11 fakøki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Gudstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519