Í rættin fyri at tøða

Í rættin fyri at tøða
Ein bóndi skal í Føroya rætt í næstu viku, tí hann er ákærdur fyri at bróta kunngerðina um taðing frá 2012.
 
25.10.2018 - 13:05

Hvat er sektin fyri at taða, tá tað ikki er loyvt at taða?

Ein bóndi skal í Føroya rætt í næstu viku, tí hann er ákærdur fyri at bróta kunngerðina um taðing frá 2012.

Sambært kunngerðini er bara loyvt at taða frá 15. mars til 15. oktober. 

Bóndin, Regin Borðoy, sigur, at hann koyrdi tøð á bøin 27.februar.

Tað gjørdi hann, tí allir tríggir køstar hjá sær vóru fullir tá, hóast hann tømdi teir 15.oktober í fjør.

Umframt at hava sín egna køst leigar hann tveir køstar frá grannum, sigur hann.

Regin Borðoy sigur, at hann hevur biðað leingi eftir biogassvirkinum nú, og hevur tí ikki gjørt íløgu í ein køst afturat.

Fyri at sleppa undan ov nógvum tøðum, hevur hann eisini selt tíggju prosent av mjólkarkvotununum, so neytini eru færri í fjósinum.

Av tí, at hetta er fyrsta málið av sínum slagi, skal fútin í rættin við tí fyri at fáa sektina ásetta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447