Lítil vøkstur í innflutninginum

Lítil vøkstur í innflutninginum
Hagstovan hevur í dag givið út nýggjastu tølini fyri inn- og útflutning, til og við august mánað.
 
18.10.2018 - 12:48

Tað er ein lítil vøkstur í innflutningum í ár í mun til í fjør. Vøksurin er fimm prosent.

Tað er serliga í brennievni - 42 prosent, ið er ein øking á 212 milliónir krónur. Frá 617 milliónum upp í 875 milliónir.    

Stór minking er í innflutningi av rávøru til fiskivirking - 38%.

Vit útflyta hinvegin minni í ár samanborðið við í fjør. Ein minking upp á 9 prosent.

Tað er serliga í útflutningi av makreli, sild og svartkjafti, at vit síggja munin. Afturgongdin er 37 prosent, ið er eitt virði á 316 milliónir. Frá 850 milliónum niður í 534 milliónir.

Tað er eisini ein minking í útflutningi av laksi. Minkingin í luftalli er 17 prosent, og peningaliga virðið á tí er 443 milliónir - frá 2,5 milliardum niður í 2,1 milliardir.

Øll tølini síggjast á heimasíðuni hjá Hagstov Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Tvey velja páskakórtónleik - 190425
190865
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835