Frágreiðingin hjá landsgrannskoðanini í tingið

Frágreiðingin hjá landsgrannskoðanini í tingið
Tað er umráðandi, at Fíggjarnevndin viðger frágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini um 2017, áðrenn hon viðger uppskotið um fíggjarlógina fyri 2019.
 
16.10.2018 - 13:05

Tað er umráðandi, at Fíggjarnevndin hjá løgtinginum viðger frágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini um 2017, áðrenn hon viðger uppskotið um fíggjarlógina fyri 2019.

Tí so ber til at taka niðurstøðurnar hjá Landsgrannskoðanini við í fíggjarlógina, um Fíggjarnevndin tekur undir við Landsgrannskoðanini.

Tað sigur formaðurin hjá løgtingsgrannskoðarunum, Jónleif Johannesen, sum ætlar at fáa uppskotið til samtyktar um frágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini um 2017 í tingið í fyrstu viku í november, hóast freistin hjá teimum er 1. desember.

Løgtingsgrannskoðararnir hava fundir í næstu viku.

Jónleif Johannesen sigur, at hann vil ikki gera nakra niðurstøðu nú, tí løgtingsgrannskoðarnir plaga at vera samdir um uppskotið til samtyktar, sum verður latið løgtinginum. Og tey skulu gera niðurstøðuna fyrst.

Løgtingsgrannskoðararnir eru fýra í tali, umframt Jónleif Johannesen eru Óluva Klettskarð, Magnus Rasmussen og Joen Magnus Rasmussen løgtingsgrannskoðarar.

Landsgrannskoðanin hevur eisini í frágreiðingini fyri 2017 nógvar viðmerkingar um, hvussu stovnarnir hjá landinum húsast.

Millum annað verður nógv gjørt burtur úr, at Landsverk hevur leigað Asfaltverkið á Sundi. Hetta verður uttan iva tikið við í uppskotinum hjá løgtingsgrannskoðarunum, sigur Jónleif Johannesen.

Málið um asfaltverkið

Málið um Asfaltverkið á Sundi byrjar í 2016, tá Landsverk velur at taka av einum tilboði frá partafelagnum um at leiga verkið frá teimum. Harvið verður Landsverk eisini einasti framleiðari av asfalti í Føroyum.

Avtalan verður gjørd fyri fimm ár, galdandi til 2021 og við møguleika at leingja hana við einum ári. 

Harafturat hevur Landsverk tryggja sær rættin at keypa virkið fyri hundraðtúsund krónur, tá leigutíðarskeiðið er av.

Prísurin er 25 milliónir krónur, ella 28,7 milliónir, um Landsverk leingir leigumálið. Harafturat skulu leggjast 8.1 milliónir, sum Landsverk hevur brúkt til viðlíkahald og nýgerð á verkinum.

Landsgrannskoðarin setur stór spurnartekn við leiguna. 

Hon sigur, at langtíðarleiga sum hendan skal roknast sum keyp og skal verða viðgjørd samsvarandi tí. Lógin sigur m.a., at er langtíðarleigan omanfyri 10 milliónir krónur, skal verkætlanin hava grundarlag í eini verklagslóg.

Tað er ikki gjørt, og heldur ikki hevur Landsverk biðið um loyvi frá Fíggjarmálaráðnum at langtíðarleiga verkið, sum annars er ásett í kunngerðini um rakstrarjáttan.

Eisini vísir landsgrannskoðarin á, at Fíggjarmálaráðið skal loyva inntøkufíggjaðum virksemi, sum sprettir úr vanligum virksemi, men tað er ikki ein avgerð, sum stovnurin sjálvur kann taka.

Tað máðar støðið undan skipanini, at týðandi játtanarreglur og ásetingar ikki verða hildnar í virksemi, sum landsstýrið í síðsta enda hevur ábyrgd av, vísir landsgrannskoðarin á.

Landsverk sigur hinvegin, at talan er hvørki um keyp ella langtíðarleigumál av verkinum, tí stovnurin hevur seks mánaðar uppsagnarfreist í sáttmálanum. Tí kann Landsverk sleppa úr sáttmálanum. Eisini meta tey, at tá møguligt er at sleppa úr leigusáttmálanum, liggur fíggjarligi váðin hjá eigaranum og ikki hjá leigararnum.

Landsgrannskoðarin sigur í viðmerkingum til tað, at higartil eru brúktar 6.4 milliónir krónur uppá verkið, ið fella til Asfaltverkið, um leigusáttmálin verður uppsagdur. Tí er ósannlíkt, at uppsagnarrætturin verður brúktur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962