Ódnin Michael kravt 17 mannalív

Ódnin Michael kravt 17 mannalív
Ódnin Michael hevur kravt í minsta lagi 17 mannalív, og myndugleikarnir óttast, at talið fer at hækka.
Strandarbýurin Mexico Beach í Florida er lagdur oyði, eftir at ódnin Michael hevur herjað seinastu dagarnar.
Mynd: CNN  
 
13.10.2018 - 11:41

Ódnin Michael hevur kravt í minsta lagi 17 mannalív, og myndugleikarnir óttast, at talið fer at hækka, eftir at ein av ógvusligastu ódnunum í amerikanskari søgu hevur herjað seinastu dagarnar. 

Tað skrivar TV 2.

Tað var hóskvøldið, at ódnin rakti statin Florida. Ódnin helt á fram inn í landi, áðrenn hon viknaði. 

Umboð fyri FEMA, sum er almenni vanlukkustovnurin, sigur seg vænta, at talið av deyðum fer at hækka, so hvørt sum bjargingar- og ruddingararbeiði fer fram.

Loftmyndir vísa, at eitt nú strandarbýurin Mexico Beach við túsind íbúgvum er lagdur oyði. Flestu teirra vóru rýmd undan ódnini, men slakir 300 íbúgvar valdu at vera verðandi. Tað er ilt at siga, um hesi eru á lívi ella ikki, tí bjargingarlið eru enn ikki komin til tey øki, sum vórðu harðast rakt av ódnini, skrivar danska kringvarpið.

Vindmátingar vístu hvirlur upp í 58 metrar um sekundi, tað vil siga góðar 210 kilometrar um tímar.

Meira enn ein millión hús í sjey statum eru uttan streym í løtuni, og telefonsignalið riggar framvegis ikki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. januar
Morgunlestur mikudagur 15. januar 2025
186260
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205