- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gott avrik
René Shaki Joensen fekk allar áskoðararnar upp frá á Tórsvølli í kvøld.
Tá seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal, javnaði hann til 1-1 eftir innlegg frá Gilla Sørensen.
Undan dystinum bleiv tosað nógv um, at føroyska liðið skuldi avrika frægari, enn tað gjørdi móti Kosovo.
Í kvøld var avrikið góðkent og meira enn tað. Fleiri av spælarunum raktu sítt topp-støði, og tá sást aftur í liðspælinum.
Lars Olsen hevði hesaferð valt at spæla við trimum miðverjum, og tað eydnaðist sera væl, tí Kosovo kom fram til fáar málmøguleikar.
Tó skorar Kosovo longu tá níggju minuttir eru farnir. Miðvallarin, Milot Rashica smekkaði til úr næstan 25. metrum, og skoraði sítt fyrsta mál fyri Kosovo.
Skotið var so gott, at føroyski málverjin, Gunnar Nielsen, hevði ongan møguleika at bjarga.
Føroyska liðið spældi sera væl í seinna hálvleiki, og stríðsviljin var tann, sum fótbóltsfjepparar ynskja at síggja frá føroyska landsliðnum.
Tað lønaði seg, tí Føroyar svaraðu aftur, tá seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal.
Føroyar komu eisini til aðrar møguleikar, men samanumtikið var 1-1 javnleikur helst mest rættvísa úrslitið.
Nú eru tveir dystir eftir hjá Føroyum at spæla í UEFA Nations League.