Ikki stór skuld í Føroyum

Ikki stór skuld í Føroyum
Privata skuldin í Føroyum er ikki stór sammett við privata skuld í øðrum londum í Vesturheiminum. 
 
02.10.2018 - 10:54

Skuldin hjá føroyskum húsarhaldum og vinnufyritøkum er ikki stór, sammett við privata skuld í øðrum londum í Vesturheiminum. 

Tað stendur í búskaparfrágreiðingini, sum varð løgd fram saman við fíggjarlógaruppskotinum fríggjadagin.

Bruttoskuldin hjá føroyskum húsarhaldum kann metast til umleið 55 prosent av brottotjóðarúrtøkuni. Bruttoskuldin hjá húsarhaldum í Danmark og Noregi er til samanberingar væl omanfyri 100 prosent av BTÚ, og skuldin hjá húsarhaldum í Íslandi er 75-80 prosent av BTÚ, stendur í frágreiðingini.

Út frá hesum heldur Fíggjarmálaráðið, at framgongdin í búskapinum síðstu árini helst hevur verið haldfør, og at hon hevur verið grundað á vaksandi framleiðslu og vaksandi inntøkur, heldur enn at vera lánifíggjað framgongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035