Nátasjúka ger framvegis um seg

Nátasjúka ger framvegis um seg
Seinastu 27 árini eru níggju tilburðir av nátasjúku staðfestir - fýra av teimum í árunum 2016-2017
 
25.09.2018 - 11:15

Tað stendur í  nýggjari vísindaligari grein um sambandið millum havhest og sjúkuna, sum vit í dag kalla nátasjúka, men sum føroyingar søguliga eisini hava kallað september-lungnabruna. 

Tað eru Elsubeth M. Fossádal, Mansour Grand og Shahin Gaini, sum hava granskað nýggjari tilburðir av nátasjúku í Føroyum.

Havhestur og havhestaungi ella náti kunnu bera bakteriuna Chlamydophila psittaci, sum kann smitta andaleiðirnar hjá veiðumanninum og geva eitt slag av lungnabruna kallað psittacosis ella papageykafepur. 
 
Í 30'unum doyðu 179 fólk í Føroyum av nátasjúkuni. Deyðatíttleikin var 20 %, men heili 80 % fyri kvinnur, sum vóru við barn. Í 1939 var nátaveiða bannað orsakað av hesum, og veiðan varð ikki tikin upp aftur fyrr enn í 1954. 

Betraðu reinførisvanarnir hava havt við sær, at talið av staðfestum sjúkutilburðum hevur verið støðugt fallandi. Níggju tilburðir hava verið fráboðaðir Landslæknanum seinastu 27 árini - 4 hava verið staðfestir og viðgjørdir í Føroyum í árunum 2016-2017. Hesir tilburðir verða viðgjørdir í greinini hjá Elsubeth M. Fossádal, Mansour Grand og Shahin Gaini, .

Greinin staðfestir millum annað, at læknar og onnur starvsfólk, sum viðgera sjúklingar, sum hava verið í sambandi við havhest, eiga at kenna hesa sjúku.

Greinin er útgivin í tíðarritinum Infectious Diseases.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835