Leita eftir lurtiútgerð í norska Stórtinginum

Leita eftir lurtiútgerð í norska Stórtinginum
Norska trygdarløgreglan fríggjadagin tók ein 51 ára gamlan russara og skuldsetti hann fyri njósning
Mikhail Botsjkarev avmyndaður eftir rundvísing í Stórtinginum
Mynd: Dagbladet.no  
 
24.09.2018 - 18:36

Russarin varð varðhaldsfongslaður í tvær vikur, men hann hevur kært avgerðina. Hann sigur seg ikki skilja, hví hann er fongslaður. 

Norska trygdarløgreglan váttar fyri norskum miðlum, at ein russari er tikin, og serkøn teknisk fólk leita nú eftir møguligari útgerð, sum kann vera sett upp í stórtinginum. Samstundis eru boð givin um, at fleiri printarar í stórtinginum ikki mugu nýtast.

Printararnir eru í einum bygningi sum er aftanfyri sjálvan stórtingsbygningin, og printararnir skulu ikki nýtast, men nýggir printarar skulu setast upp ístaðin.

Tað er í tí bygnnginum at partur av eini ráðstevnu sum russarin var við í, varð hildin. Samstundis roynir fregnartænastan at finna fram til, um russarin hevur komið sær inn í fartelefonir hjá stórtingslimum, ella øðrum sum vóru við á ráðstevnuni.

- Tað er eingin ivi um, at russarar njósnast í Noreg. Men hetta málið er hjá løgregluni og ákæruvaldinum, og tí er tað torført hjá mær at siga nakað, sigur norski løgmálaráðharrin, Tor Mikkel Wara.

Hann vísir á, at norska fregnartænastan hevur sagt, at eingin ivi er um, at russar royna at fáa hendur á loyniligum skjølum í Noreg, og tað eiga øll at gera sær greitt, sigur løgmálaráðharrin.

Á veg úr landinum

51 ára gamli russiski maðurin varð tikin á Gardemoen flogvøllinum seinnapartin fríggjadagin, tá hann var á veg úr Noreg.

Hann var fríggjadagin á eini ráðstevnu í Stórtinginum saman við øðrum umboðum fyri europeisku miðstøðina fyri gransking og dokumentasjón.

Umframt at vera á ráðstevnuni, gekk russarin runt í stórtingsbygninginum, og tað var tá at fólk fingu illgruna til hansara. At hann var fleiri staðir í bygninginum, ger eisini, at tað er ilt at meta um, hvussu umfatandi kanningararbeiðið er, sigur ein talsmaður fyri norsku fregnartænastuna.

Kærir fongslingina

Leygarmorgunin varð maðurin varðhaldsfongslaður í tvær vikur, og neyvt eftirlit skal vera við, hvussu og hvønn hann samskiftir við. Maðurin hevur kært fongslingina.

Russiska sendistovan í Noreg skýrir fongslingina at byggja á ivasom viðurskifti og sigur skuldsetingina ikki hava nakað hald í veruleikanum.

Fongslaði maðurin fær ta hjálp sum hann hevur tørv á, upplýsir russiska sendistovan í Oslo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Hósdag 20. februar
Mono - Føroyskar perlur (2:4)
188051
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825