- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlafótbóltur í Vági
Í heyst fara føroyskir skúlar at kappast í fótbólti í Vági.
Skúlafótbóltur er ein afturvendandi fótbóltskapping, sum verður skipað í Vági hvørt ár í heyst-, vetrar- og várhálvuni.
Kappingin verður í Marghøllini í Vági – og allir fólkaskúlar og miðnámsskúlar í landinum kunnu vera við.
Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll, siga fyriskipararnir.
Skúlafótbóltur er fyri árgangirnar frá 1. til og við 9. flokk, umframt 10. flokk og miðnámsskúlarnir kring landið.
Spælt verður bæði í dreingja- og gentuliðum, og í blandaðum liðum við dreingjum og gentum.
Liðini, sum vinna seg víðari til finaluumfar, skulu spæla á stórum felags finaludegi í Vági fyrst í mai 2019.
Tað er ókeypis at luttaka í Skúlafótbólti.