Gassspreinging í Boston

Gassspreinging í Boston
Í minsta lagi ein persónur hevur latið lív og 12 eru særd í fleiri ógvusligum gass-spreingingum í Boston
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
14.09.2018 - 07:14

Tað upplýsa sjúkrahúskeldur, sambært Reuters-tíðindastovuni.

Umleið 70 spreinginar hava verið í trimum lokal-samfeløgum í norðaraparti av Boston í amerikanska deilstatinum, Massachusetts. Sambært keldum á staðnum, er natúrgass likið úr gassleiðingum í býunum Larence, Andover og North Andover.

Síggja ikki luftina

Løgreglustjórin í býnum Methuen, í útnyrðing úr Boston, Joseph Solomon, segði í nátt, at 39 hús standa í ljósum loga í býnum Lawrence. 

Myndugleikarnir siga, at orsøkin til spreingingarnar er helst, at ov nógv trýst hevur verið í gassleiðingunum.

Joseph Solomon, sum sjálvur er í Lawrence sigur, at so nógvir eldar eru, at hann sær ikki luftina.

Blaðið, The Eagle-Tribune, í North Andover, skrivar, at í minsta lagi eini hús eru brunnin í grund. Eldur er í fleiri húsum, tí ein leiðing veitir gass til fleiri hús í Andover, skrivar Ritzau.

Dagføra gassleiðingar

Columbia Gas roynir at minka um trýstið. Felagið boðaði í gjár frá, at gassleiðingarnar skuldu dagførast í hesum økjunum, men tað er ikki greitt, um tað arbeiðið var byrjað.

Sambært Washington Post, eru í minsta lagi 8.000 viðskiftafólk hjá Columbia Gas biðin um í stundini at fara frá húsum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981