Lívið í havinum er í vanda, um korallirnar doyggja

Lívið í havinum er í vanda, um korallirnar doyggja
John Vernon hevur meginpartin av lívinum granskað korallir og ávarar um, at heilar vistskipanir eru í vanda.
Mynd: savnsmynd  
 
26.08.2018 - 13:47

Vandi er fyri lívinum í heimshøvunum, um korallirnar og koralrivini doyggja, sigur viðurkendi avstralski havlívfrøðingurin John Veron í samrøðu við amerikanska sjónvarpið CNN.

Sum dømi nevnir hann "Great Barrier Reef" uttanfyri landnyrðings-strond Australia, har korallirnar fleiristaðni eru deyðar.

Korallir eru eisini í øðrum høvum, og granskarin sigur, at tá millum fjórðingurin og triðingurin av øllum livandi eitt tíðarskeið heldur til millum korallir, er vandi fyri, at millum fjórðingurin og triðingurin av fiski og øðrum djóralívi í havinum fer at hvørva.

- Heilar vistskipanir standa fyri falli, og tað verður ein umhvørvisvanlukka, sigur John Vernon. Hann hevur granskað korallir og koralriv í fleiri áratíggju og hevur skrásett vistskipanirnar í Great Barrier Reef.

Koralrivini doyggja av mannaávum

John Vernon er 73 ára gamal, og byrjaði granskingararbeiði sítt í sjeytiárunum. Tá ivaðist hann í, um mannaættin var før fyri at ávirka umhvørvið, men nítiárini sannføru hann um, at koralrivini doyðu av mannaávum. Tað hendir, tí luftdálking ger høvini súrari og heitari.

- Korallirnar doyggja av koltvísúrni, og steðga vit ikki hesum skaðiliga útláti, fer tað at halda fram, so einfalt er tað, sigur John Veron við CNN.

Í Avstralia hevur stjórnin sett eina ætlan í verk, sum hevur til endamáls at bjarga tí av stóra rivinum, ið bjargast kann. Men granskarar hava funnist at ætlanini, tí hon ikki viðurkennir, at veðurlags- og umhvørvisbroytingar eru stóra hóttanin ímóti rivinum.

Universitetið í Queensland í Avstralia legði fyrr í ár eina kanning fram, sum vísir, at bert 13 prosent av heimshøvunum eru eftir, sum kunnu metast at vera óspilt náttúra. Tað vil siga, at hvørki fiskiskapur ella skipaferðsla órógvar lívið í sjónum.

James Watson, professari á Oueensland universitetinum segði, tá kanningin varð løgd fram, at stórur tørvur er á at seta tiltøk í verk, sum verja havumhvørið.


-----
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155