- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil rinda asylsøkjarum fyri at fara
Frettablaðið skrivar, at ráðharrin hevur gjørt uppskot, sum loyvir tí almenna at rinda fólki, sum søkja friðskjól, upp í umleið 8.200 krónur, um tey taka umsóknina aftur.
Uppskotið er kent aðrastaðni frá. Frettablaðið skrivar, at sama skipan er galdandi í Svøríki.
Ungmannafelagið hjá íslendsku sosialdemokratunum fílist hvassliga á ætlanirnar hjá løgmálaráðharranum. Felagið hevur kunngjørt, at tey bjóða ráðharranum somu upphædd, um hon játtar at leggja frá sær.
- Ein ráðharri eigur ikki at gera sær dælt av viðkvomu støðuni hjá fólki og bjóða teimum pengar fyri at selja síni mannarættindi, skrivar ungmannafelagið sambært Frettablaðnum.
Uppskotið hjá løgmálaráðharranum kann setast í verk, uttan at Altingið skal taka støðu til tað, skrivar blaðið.