- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjørdi, sum nevndin mælti til
Einki nýtt er í svarinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um menningarkvoturnar.
Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, spurdi um menningarkvoturnar.
Høgni Hoydal svarar, at hann gjørdi, sum serfrøðinganevndin mælti til.
Men fyrisitingarlig atlit gera, at 20 prosent av svartkjaftinum eru ikki býtt út enn, og heldur ikki tíggju prosent av sildini og makrelinum.
Avgerð verður tikin um hesi tonsini um stutta tíð, sigur Høgni Hoydal.
20 prosent av svartkjaftinum eru 8.382 tons, tíggju prosent av makreli eru 874 tons og tíggju prosent av sildini eru 751 tons.
Bjørn Kalsø spurdi, um Høgni Hoydal fer at fylgja tilmælinum hjá nevndini neyvt.
Høgni Hoydal svarar, at tað fer hann at gera í størstan mun.
Um heilt serstøk atlit, so sum fyrisitingarlig atlit, tala fyri møguligum fráviki, so verður tað umhugsað, sigur Høgni Hoydal.