Nú koma krøvini til oljutangar

Nú koma krøvini til oljutangar
Skjótt mugu fólk fara at hugsa um at skifta sín oljutanga, um hann ikki er av góðkendum slagi.
 
20.08.2018 - 13:35

Ein kunngerð er á veg, sum setir strangari krøv til oljutangar, og í henni eru krøv um, at oljutangarnir skulu vera góðkendir og hava ovurfyllingarávaring. 

Fyri at geva fólki rímiligt skotbrá at skifta oljufýring, so er ein skiftistíð, og sambært uppskotinum varð freistin sett til 1. januar 2022. 

Kunngerðin hevur verið til hoyringar, hon hevur eisini verið til kanningar á lógartænastuni hjá Løgmansskrivstovuni, og nú leggur Innlendismálaráðið seinasta hond á hana, áðrenn hon verður lýst.

Í arbeiðinum hevur ráðið brúkt metingar frá Umhvørvisstovuni, sum siga, at umleið 5000 oljutangar - ella triðihvør tangi - er eldri enn 20 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835