Vil avtaka friðingarnevndir

Vil avtaka friðingarnevndir
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, vil, at lógirnar um margfeldi og náttúrufriðing verða lagdar til Umhvørvisstovuna at umsita.
 
15.08.2018 - 07:49

Tað ætlar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur sent trý uppskot um náttúru- og umhvørvisvernd til hoyringar. 

Broytingaruppskotini hava samband við uppskotið um fyrisiting av margfeldinum í føroysku náttúruni, sum er á veg í løgtingið.

Nú ætlar landsstýriskvinnan at broyta tríggjar lógir afturat, lógina um náttúrufriðing, lógina um kærunevnd í lendismálum og lógina um umhvørvisvernd.

Landsstýriskvinnan vil, at lógirnar um margfeldi og náttúrufriðing verða lagdar til Umhvørvisstovuna at umsita.

Tí verða staðbundnu náttúrufriðingarnevndirnar og Yvirfriðingarnevndin tiknar av.

Landsstýriskvinnan skjýtur eisini upp, at kærumálsviðgerðin, sum í dag er hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum, verður flutt í eina kærunevnd undir Føroya kærustovni. 

Ætlanin er at víðka Kærunevndina í lendismálum, so hon eisini fer at fevna um náttúru- og umhvørvismál. Kærunevndin verður víðkað við tveimum limum, sum skulu vera kønir í náttúru- og umhvørvismálum.

Kærunevndin í lendismálum kemur tí í staðin fyri landsstýrisfólkið sum kærumyndugleiki.

Heilsu- og innlendismálaráðið metir, at Umhvørvisstovan má seta nýggjan fulltrúa at umsita lógina um margfeldi og náttúrufriðing. Mælt verður til at játta 660.000 krónur til hetta. 

Samstundis sparir landið 500.000 krónur, sum eru játtaðar til náttúrufriðingarnevndirnar.

Men í einari skiftistíð má játtan tó vera tøk til friðingarnevndirnar, so tær fáa avgreitt tey mál, sum eru til viðgerðar, tá nýggja lógin kemur í gildi, sigur Heilsu- og innlendismálaráðið. 

Sambært lógaruppskotinum skulu avgerðir sambært náttúrumargfeldislógini, náttúrufriðingarlógini og umhvørvisverndarlógini kunna kærast til víðkaðu Kærunevndina í lendismálum, sum broytir navn til Kærunevndin í náttúru-, umhvørvis- og lendismálum.

Mett verður, at Kærunevndin í fyrstu syftu fær í mesta lagi tíggju kærur um árið sambært hesum lógunum.

Mælt verður til at hækka samsýningina til forkvinnuna ella formannin í Kærunevndini úr 2.500 upp í 3.500 krónur um mánaðin og samsýningina til hini í nevndini úr 1.250 upp í 1.750 krónur um mánaðin. 

Broytingaruppskotið hevur eisini við sær, at Føroya kærustovnur fer at fáa brúk fyri einum royndum løgfrøðingi afturat.

Tí verður mælt til at hækka játtanina til Kærustovnin 660.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371