- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taptu ímóti Svøríki
Taptu ímóti Svøríki
U17 landsliðið hjá dreingjum tapti í gjár 3-0 ímóti Svøríki, og gjørdist sostatt nummar seks av átta í kappingini millum norðurlendsk landslið
12.08.2018 - 09:47
Føroyska U17 fótbóltslandsliðið hjá dreingjum gjørdist nummar seks av átta í kapping millum norðurlendsk landslið eftir at teir taptu 3-0 ímóti Svøríki. Svøríki endaði á fimtaplássinum.
Dysturin ímóti Svøríki í gjár var fjórði dysturin, ið føroyska liðið hevur spælt uppá eina viku.
Í hinum dystunum hava vit tapt 2-1 móti Íslandi, 2-0 móti Norra og ein 1-1 javnleik móti Kina, ið er eitt gestalið í kappingini.
Finalan í kappingini var millum Ísland og Finnland. Ísland vann eftir umdyst og er tí norðurlendskur meistari fyri U17 landslið hjá dreingjum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV