- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oddabrak í Djúpumýru í dag
Tveir dystir í bestu føroysku fótbóltsdeildini verða spældir í kvøld klokkan seks. Í Gundadali í Havn spæla B36 og EB/Steymur, og í Djúpumýru í Klaksvík verður oddabrak, tá KÍ tekur í móti HB.
HB er oddalið við 43 stigum, KÍ hevur 41. Vinnur HB eru teir fimm stig frammanfyri KÍ. Men tað er enn langur vegur til FM-heitið, sigur Símun Samuelsen, sum spælir við HB.
- Vit lógu eina tíð fimm stig aftan fyri KÍ, og stutt eftir lógu vit fimm stig framman fyri KÍ, og nú er tað so javnt aftur. Vit kunnu ikki siga í dag, hvar liðini enda síðst í oktober-mánað, tá kappingarárið er liðugt, sigur Símun Samuelsen, sum gleðir seg til ein spennandi dyst við frálíkum umstøðum.
Símun Samuelsen sipar millum annað til mongu áskoðararnar, sum vera í Djúpumýru í kvøld. Páll Klettskarð, liðformaður hjá KÍ, vónar, at bróðurparturin kring vøllin fer at rópa á KÍ og ikki HB.
- Vit vóna at hava so nógvar fjepparar sum møguligt, og vóna kunnu teir hjálpa okkum, sigur liðformaðurin hjá KÍ.
Útvarpið sigur frá dystinum eftir tíðindini klokkan 18, men upptaktin til dystin byrjar longu í Vikuskiftissendingini klokkan 17.