Søkja eftir læknastjóra umaftur

Søkja eftir læknastjóra umaftur
Søkt verður av nýggjum, tí bara ein umsókn kom, tá ið freistin seinast var úti. Nú er freistin at søkja at starvið sett at vera tann 3. september.
 
07.08.2018 - 08:09

Í gjár kom endurlýsingin eftir læknastjóra til føroyska sjúkrahúsverkið.

Søkt verður av nýggjum, tí bara ein umsókn kom, tá ið freistin seinast var úti. Nú er freistin at søkja at starvið sett at vera tann 3. september.

Varastjórin við læknafrøðiligari bakgrund verður ovasti ábyrgdarhavandi læknin í føroyska sjúkrahúsverkinum og mannar saman við sjúkrahússtjórunum og varastjórunum annars leiðsluna í sjúkrahúsverkinum.

Varastjórin skal optimera samlaða virksemið í sjúkrahúsverkinum, umframt at viðkomandi skal tryggja miðvísa menningartilgongd og góðskutrygging, stendur í lýsingini.

Umframt at vera varastjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, skal tann setti eisini vera læknafakligur ráðgevi og sparringspartnari fyri Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389